ES letur skrivstovu upp í Nuuk

ES letur skrivstovu upp í Nuuk
Fýra fólk fara at starvast á ES-skrivstovuni í Nuuk
ES letur skrivstovu upp í Grønlandi næsta ár.
 
26.09.2022 - 14:50

ES fer at lata upp skrivstovu í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk í vár. 

Ein slík skrivstova skal vera við til at skapa størri búskaparligan vinning fyri bæði Grønland og ES, sigur umboðsstjórin fyri ES í Danmark við grønlendska kringvarpið, KNR.

Per Haugaard sigur, at Grønland longu frammanundan hevur tætt tilknýti til tey 27 ES-londini, men við nýggju skrivstovuni í Nuuk er møguleiki fyri at styrkja munandi um hetta samband.

Nær skrivstovan letur upp, er ikki greitt enn. Orsøkin er, at tað ikki hevur eydnast ES at finna hóskandi skrivstovur enn. Fýra fólk fara starvast á ES-skrivstovuni í Nuuk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839