Nýggja fólkatingsárið byrjar í dag

Nýggja fólkatingsárið byrjar í dag
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heldur setanarrøðuna klokkan 11
Dannebrog veittrar á Christiansborg í dag, nú farið verður undir nýtt fólkatingsár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.10.2022 - 09:23

Í dag verður fólkatingið sett, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fer at halda setanarrøðu klokkan 11, okkara tíð.

Dúgliga verður gitt, um hon fer at skriva út fólkatingsval í dag, ella hon bíðar til í morgin ella hósdagin, tá setanarrøðan verður viðgjørd í fólkatinginum.

Radikali flokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur hótt við at leggja fram uppskot um misálit á stjórnina, um Mette Frederiksen ikki skrivar út val nú.

Sum siður er, fara fólkatingspolitikarar og ráðharrar í kirkju, áðrenn fólkatingið verður sett. 

Ritzau Scanpix var framvið við myndatólinum, tá fólk fóru í kirkju.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri.

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstraflokkinum, sum bjóðar seg fram sum forsætisráðharraevni.

Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, sum eisini bjóðar seg fram sum forsætisráðharraevni.

Sofie Carsten Nielsen, politiskur leiðari í Radikala flokkinum, sum krevur, at forsætisráðharrin skal skriva út val. Annars fer hon at leggja fram misálit á stjórnina. 

Løgreglan kannar trygdina í fólkatingssalinum og hevur hundar at hjálpa sær.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846