Ferðafólkatalið fer upp um 400.000 í ár

Ferðafólkatalið fer upp um 400.000 í ár
Færri ferðafólk fóru um flogvøllin í september í ár enn í 2019
36.077 ferðafólk fóru um flogvøllin í september, 5,2 prosent færri enn í september 2019.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2022 - 10:34

Færri ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum í september í ár enn í september í 2019, sum er árið, samanberast kann við.

Ferðafólkini vóru 5,2 prosent færri í ár.

Í ár vóru tey 36.077. Í september 2019 vóru tey 38.052.

Stjórin á flogvølinum, Regin I. Jakobsen, væntar, at ferðafólkatalið fer upp um 400.000 í ár.

Hevði framgongdin í september verið tann sama sum hinar mánaðirnar síðani mai, hevði talið helst farið upp um 424.281, sum tað var í 2019, sum var metár hjá flgvøllinum.  

Til 1.oktober er ferðafólkatalið 96,8 prosent av tí, tað var til 1.oktober í 2019.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040