Franskur rithøvundur fær bókmentavirðisløn Nobels

Franskur rithøvundur fær bókmentavirðisløn Nobels
Annie Ernaux verður mett at vera millum fremstu samtíðarrithøvundar í Fraklandi
Annie Ernaux fær bókmentavirðisløn Nobels í ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.10.2022 - 14:50

Franski rithøvundin, Annie Ernaux, fær Nobelvirðislønina í bókmentum í ár. 

Hon er fødd 1. september 1940 i Lillebonne í Fraklandi.

Hon verður mett at vera millum fremstu samtíðarrithøvundar í Fraklandi. 

Skaldverk hennara snúgva seg í mestan mun um uppvøksturin í arbeiðarafamiljum í Fraklandi. 

Annie Ernaux skrivar aloftast við støði í upplivingum hjá sær, men hon viðger eisini politisk evni.

Annie Ernaux hevur fingið fleiri franskar og altjóða bókmentavirðislønir,  m.a. Renaudot-virðislønina fyri skadlsøguna "Pápi" frá 1983, og við hesum verki gjørdi høvundurin á fyrsta sinni veruliga vart við seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360