Leita eftir útlendskari kvinnu í Vágum

Leita eftir útlendskari kvinnu í Vágum
Kvinnan og maður hennara fóru tíðliga í morgun at síggja sólina rísa, men fyrrapartin boðaði maðurin frá, at hon var horvin
Leitað verður við Trælanípuna, Teistarók og Rivurnar. (Savnsmynd)
 
07.10.2022 - 13:19

Leitað verður í løtuni eftir einari útlendskari kvinnu, miðskeiðis í 30-unum, sum hvarv við Trælanípuna, Teistarók og Rivurnar í morgun.

Leitað verður bæði við báti og dronum, og bjargingarlið leita á landi. Fyrr í dag leitaði ein tyrla eisini, men hon mátti fara aftur í rutuflúgving, og tí vóru dronur tiknar í nýtslu.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at  kvinnan fór í hagan saman við manni sínum um hálvgum sjey tíðina í morgun at síggja sólina rísa. Um 10-tíðina fyrrapartin boðaði maðurin billettsøluni har á leið frá, at kona hansara var horvin, og so fór stór leiting í gongd.

Løgreglan veit ikki, um kvinnan er dottin oman, ella hon horvin á landi.

Fólk, sum ikki eru partur av leitingini, verða biðin um at halda seg burtur frá økjunum, har leitað verður.

--

Dagføring klokkan 17.00

Kvinnan, sum hvarv við Trælanípuna í Vágum ella har á leið í morgun, er framvegis ikki funnin.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at bjargingarlið, løgregla, hundar, tyrla, dronur og bæði Sverri og Brimil hava leitað, men einki funnið. Leitað hevur verið á sjógvi og landi. Eisini fólk, sum hava verið á fjalli, hava leitað í tann mun, tað bar til.

Tað var í morgun um hálvgum sjey-tíðina, at eitt útlendsk par var farið til gongu ímóti Trælanípuni. Stutt fyri klokkan tíggju kom maðurin aftur til gjaldstøðina við Leitisvatn og boðaði frá, at kona hansara var horvin.

Talan er um eina kvinnu miðskeiðis í 30.árunum úr Kina og ein mann úr Hollandi, sum búgva í Týsklandi.

Hvussu leingi leitað verður afturat, visti vakthavandi ikki at siga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204