Biden lovar Ukraina loftverjuvápn

Biden lovar Ukraina loftverjuvápn
USA fordømir hvassliga russisku álopini á alt Ukraina, stendur í tíðindaskrivi úr Hvítu húsunum
Joe Biden, forseti, sigur, at Álopini úr Russlandi styrkja okkara skyldu at standa saman við fólkinum í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.10.2022 - 09:46

Amerikanski forsetin, Joe Biden, lovar at veita Ukraina luftverjustuðulin, sum Ukraina hevur tørv á fyri at verja seg, eitt nú framkomnar luftverjuskipanir.

Tað boðaði hann ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, frá í telefonsamrøðu í gjárkvøldið.

- USA fordømir hvassliga russisku álopini á alt Ukraina. Álopini drupu og særdu sivilfólk, og oyðiløgdu mál, sum einki hernaðarligt tilknýti hava, stendur í tíðindaskrivi úr Hvítu húsunum.

- Álopini úr Russlandi styrkja okkara skyldu at standa saman við fólkinum í Ukraina. Saman við sameindu okkara fara vit at draga Putin og Russland til svars fyri ræðuleikar og krígsbrotsverk, og at veita Ukraina stuðulin, sum ukrainsku deildirnar hava tørv á, stendur í skrivinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360