Átta vilja vera rektari á Setrinum

Átta vilja vera rektari á Setrinum
Umsóknir eru bæði úr Føroyum og uttanlands, og miðað verður eftir, at nýggi rektarin kann byrja á nýggárinum ella fyrr, um tað ber til
Átta hava søkt rektarastarvið á Fróðskaparsetrinum.
 
12.10.2022 - 16:37

Átta fólk hava søkt um at vera rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Tá freistin at søkja rektarastarvið fór fríggjadagin 7. oktober, vóru átta umsóknir komnar.

Tær eru úr Føroyum, norðurlondum og eisini longri úti úr heimi.

 

Setanarbólkur

Í setanarbólkinum, sum nú skal viðgera umsóknirnar, sita umboð fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum, fólk frá uttanhýsis samstarvsstovnum og stýrislimur fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Setanarbólkurin metir, at grundarlagið at arbeiða víðari er gott við hesum átta umsóknunum.

Miðað verður eftir, at nýggi rektarin kann byrja í starvinum 1. januar ella fyrr, um tað ber til.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860