Fleiri skulu brúka Bygdaleiðir

Fleiri skulu brúka Bygdaleiðir
Ferðafólkatalið minkaði sera nógv, meðan korona var, men í ár væntar SSL, at meira enn hálv millión fólk fara at brúka bussarnar
40 bussar eru, 24 farleiðir og 1.500 fráferðir um vikuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.10.2022 - 08:19

Næsta vár fara Strandfaraskip landsins at gera átøk, sum skulu fáa fleiri fólk at brúka Bygdaleiðir.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Helga  Abrahamsen, løgtingsmann, sum spyr um almennu bussleiðirnar. 

Uni Rasmussen sigur, at ferðafólkatalið minkaði sera nógv, meðan korona var.

Í 2020 vóru bara 320.000 ferðafólk.

 

40 bussar og 24 farleiðir

Í ár vænta Strandfaraskip landsins, at 510.000 fólk fara at brúka Bygdaleiðir.

40 bussar eru, 24 farleiðir og 1.500 fráferðir um vikuna. 

Strandfaraskip landsins hava samstarv við Visit Faroe Islands, onnur, sum fáast við ferðavinnu, kommunur og fólk yvirhøvur um koyringina hjá Bygdaleiðum.

Ætlanin er at fáa fleiri snartúrar millum norðurøkið og Suðurstreym gjøgnum Eysturoyartunnilin, sigur Uni Rasmussen í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541