Norrøna gevst at sigla til Íslands á hávetri

Norrøna gevst at sigla til Íslands á hávetri
Hetta er partur av átakinum at minka orkunýtsluna og at skipa flutningin á ein meira burðardyggan hátt, sigur Smyril Line
Smyril Line hevur sett sær fyri at minka um orkunýtsluna, og tað hevur m.a. við sær, at Norrøna næsta ár ikki fer at sigla til Íslands á hávetri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2022 - 09:43

Næsta ár fer Norrøna ikki at sigla til Íslands á hávetri.

Smyril Line boðar frá, at í 2023 verður fyrsta fráferðin hjá Norrønu til Íslands 20. mars av Havnini, og seinasti túrur úr Íslandi verður 22. november.

Smyril Line sigur, at felagið hevur sett sær sum mál at minka um orkunýtsluna og at skipa flutningin á ein meira burðardyggan hátt.

Hetta verður gjørt í fleiri stigum.

Fleiri tillagingar eru longu gjørdar. M.a. sigla skipini við minni ferð, og tey liggja styttri við bryggju.

Næsta stigið er at umleggja vetrarsiglingina hjá Norrønu.

Smyril Line sigur, at hetta merkir kortini ikki, at fleiri broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini hjá Norrønu næsta ár.

Hoyr samrøðu við Jens Meinhard Rasmussen, stjóra í Smyril Line, í útvarpstíðindunum:

 

19102022_Jens_Meinhard

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858