Myndir: Lærarafelagið og Lønardeildin handað krøvini

Myndir: Lærarafelagið og Lønardeildin handað krøvini
Fyrsti samráðingarfundurin var ikki drúgvur
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, heilsar upp á Magnus Tausen, fyrrverandi formann í Lærarafelagnum, sum nú situr hinumegin samráðingarborðið. Í miðjuni Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2022 - 15:32

Lærarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum handaðu í dag hvør øðrum sáttmálakrøvini, nú partarnir fara undir samráðingar um nýggjan sáttmála.

Fundurin var í Portugálinum í Tinganesi, og hann var ikki drúgvur.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, var fáorðaður um sáttmálakrøvini, men hann segði við Kringvarpið í gjár, at tey fara at krevja lønarhækking, sum samsvarar við prísvøksturin.

Hagstovan hevur boðað frá, at brúkaraprístalið er 8,8 prosent, og tað er størsti prísvøkstur í 40 ár.

Sáttmálin hjá Lærarafelagnum fór úr gildi 1. oktober. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815