ES-londini samd um nýggja orkuavtalu

ES-londini samd um nýggja orkuavtalu
Avtalan skal tálma høgu prísirnar, sum fyritøkur og húsarhald stríðast við
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, svaraði spurningum frá tíðindafólki, áðrenn orkufundurin í ES byrjaði í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.10.2022 - 08:34

Eftir drúgvar samráðingar út á náttina, samdust londini í ES um eina nýggja orkuavtalu, sum skal fáa prísin á orku at lækka.

Avtalan er neyðug fyri at tálma høgu prísirnar, sum bæði fyritøkur og húsarhald stríðast við.

Fleiri lond vildu, at ein hægstiprísur var ásettur, sum skuldi fáa prísirnar niður.

 

Nýggi forsætisráðharrin í Svøríki, Ulf Kristersson, á ES-fundi í gjár. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Býta gassið millum sín

Men tað hendi ikki, tí fleiri lond, m.a. Danmark, Týskland og Holland, søgdu seg vera ímóti uppskotinum, tí vandi var fyri, at lond, sum selja olju og gass, fóru at selja gassið til lond uttan fyri ES.

Í staðin samdust londini um at keypa gass í felag og at býta gassið, sum fæst til keyps, millum londini, um tað verður neyðugt.

Londini hava kortini viðmerkt, at ein strangari skipan við príslofti kann setast í verk, um støðan fer út av kós.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846