Trý kjarnorkuverk í Týsklandi halda fram

Trý kjarnorkuverk í Týsklandi halda fram
Ætlanin var at lata verkini aftur, men orkutørvurin ger, at tey halda fram fyribils
Til í 2011 hevði Týskland 17 kjartnorkuverk, men tey eru so líðandi latin aftur, og nú eru bert trý eftir.
 
21.10.2022 - 14:20

Trý kjarnorkuverk í Týsklandi, sum skuldu lata aftur í ár, skulu fyribils halda fram við virkseminum.

Tað sigur týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz.

Í fjør tók týska stjórnin avgerð um at lata trý av teimum seks kjarnorkuverkunum aftur, og boðaði samstundis frá, at hini trý skuldu lata aftur í ár.

Tað verður ikki gjørt, og verkini halda fram til í apríl, eru boðini frá Scholz, tí Evropa er í eini álvarsligari orkukreppu, sigur hann.

 

Bara trý eftir

Reuters skrivar, at týsku kjarnorkuverkini halda fram, so leingi sum ein endalig loysn ikki er funnin á orkutørvinum í Europa, skrivar Reuters.

Til í 2011 hevði Týskland 17 kjartnorkuverk, men tey eru so líðandi latin aftur, og nú eru bert trý eftir.

Hóast kjarnorkverkini ikki hava stórvegis týdning longur, so er helst rætt at lata tey veita fólkinum el, sigur týski samveldiskanslarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522