Nú er arbeiðsloysið hálvt prosent

Nú er arbeiðsloysið hálvt prosent
150 eru fulltíðararbeiðsleys, 90 menn og 60 kvinnur
Arbeiði er til allar hendur. Nú er arbeiðsloysið komið niður í hálvt prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.10.2022 - 10:47

Arbeiðsloysið er nú komið niður í hálvt prosent, sum svara til 150 fulltíðararbeiðsleys, 90 menn og 60 kvinnur.

Arbeiðsloysið er minst í Eysturoynni og í Vágum.

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í september í fjør.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS ella Almannaverkinum, tí tey ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða, og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í september vóru 29 fólk langtíðararbeiðsleys. Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688