Danske Bank væntar stóra bót fyri hvítvasking

Danske Bank væntar stóra bót fyri hvítvasking
Bankin setur 14 milliardir av í roknskapinum til endamálið, og samstundis verður úrslitið næsta ár niðurskrivað
Hvítvaskingarmálið í Estlandi kemur nú Danske Bank aftur um brekku, og bankin setur pening av til at rinda bótina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.10.2022 - 11:33

Danske Bank væntar at fáa milliardabót frá donskum og amerikanskum myndugleikum fyri málið um hvítvasking í einum estiskum dótturfelagi.  

Danske Bank sigur í tíðindaskrivi, at bankin setur 14 milliardir danskar krónur av í roknskapinum til endamálið. Hetta merkir eisini, at Danske Bank hevur niðurskrivað væntaða úrslitið næsta ár.

Danskir og amerikanskir myndugleikar hava kannað málið um hvítvasking seinastu fýra árini. Sambært Berlingske er hetta ein av teimum størstu vinnulívsgølunum í Danmark í nýggjari tíð. 

 

Leiðslan legði frá sær

Hetta hevði við sær, at fyrrverandi forstjórin í Danske Bank, Thomas Borgen, og nevndarformaðurin, Ole Andersen, løgdu frá sær.

Danska bakmanspolitiið avgjørdi at melda Danske Bank fyri brot á lóggávuna um hvítvasking í 2018, tí kanningararbeiðið vísti, at starvsfólk í Estlandi tilvitað hjálptu útlendskum kundum at hvítvaska pening ígjøgnum estisku bankadeildina. 

Sambært DR, vónar Danske Bank, at dómur fellur í málinum fyri nýggjár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179