Vit kunnu vænta fleiri rentuhækkingar

Vit kunnu vænta fleiri rentuhækkingar
Rentuhækkingarnar hava til endamáls at stríðast ímóti ógvusligu inflatiónini, sigur landsbankastjórin
Evropeiski miðbankin hevur hækkað rentuna í dag, og vit kunnu vænta fleiri rentuhækkingar, sigur landsbankastjórin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.10.2022 - 18:00

Evropeiski miðbankin, ECB, hevur hækkað leiðandi rentuna við 0,75 prosentstigum upp í 1,5 prosent, boðar bankin frá.

Hetta er onnur rentuhækkingin hjá ECB seinastu tveir mánaðirnar.

Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, sigur, at hetta er liður í stríðnum hjá miðbankanum móti ógvusligu inflatiónini, og vit kunnu vænta fleiri rentuhækkingar í næstum:

 

27102022_Malan_1

 

Malan Johansen, landsbankastjóri (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tá evropeiski miðbankin broytir rentuna, plagar danski tjóðbankin at gera tað sama. Væntandi fer danski tjóðbankin at hækka sína rentu longu í dag, skriva danskir miðlar, og í hølunum á tjóðbankanum plaga føroysku peningastovnarnir at gera tað sama. 

Hægri renta merkir, at tey, sum eiga pengar á kontu í bankunum, fáa størri avkast, men tey, sum hava stór lán við skiftandi rentu, noyðast at gjalda meiri:

 

27102022_Malan_um_rentuhaekkingar

 

Hóast summi skulu rinda meira, heldur Malan Johansen, at føroysku húsarhaldini eru sum heild so mikið væl fyri, at tey mega rentuhækkingina:

 

27102022_Malan_og_husarhald

 

Dagføring kl. 18: Í dag boðaði Danski tjóðbankin eisini frá, at hann hækkar rentuna við 0,6 prosentstigum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115