Avlopið hjá Airbus vaks 65 prosent

Avlopið hjá Airbus vaks 65 prosent
Flogverksmiðjan væntar at útvega 700 flogfør í hesum árinum
 
28.10.2022 - 11:21

Avlopið hjá evropisku verksmiðjuni, sum ger Airbus-flogfør, vaks 65 prosent, upp í 667 milliónir evrur, í triðja ársfjórðingi.

Umsetningurin vaks 27 prosent, upp í 13,3 milliardir evrur tíðarskeiðið juli, august og september.

Airbus legði fram roknskapin fyri triðja ársfjórðing í dag. 

- Umstøðurnar hava verið truplar, men kortini eru úrslitini góð, sigur  Guillaume Faury, forstjóri í Airbus.

Hóast avbjóðingar hava verið við veitarum í kjalarvørrinum á koronufarsóttini, væntar Airbus at útvega um 700 flogfør í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522