BankNordik hækkar rentuna

BankNordik hækkar rentuna
Rentubroytingarnar koma í gildi 18. november og 5. desember
 
28.10.2022 - 14:21

BankNordik hækkar nú rentuna.

Orsøkin er, at evropeiski miðbankin, ECB, og danski tjóðbankin hava boðað frá, at rentan hækkar.

BankNordik sigur, at rentur á vanligum innlánskontum, t.d. lønarkontum og rakstrarkontum, verða ikki broyttar.

Rentur á samansparingar- og pensjónskontum hækka upp til 0,85%-stig, og útlánsrentur hækka upp til 0,50%-stig, bæði hjá privat- og vinnukundum.

Rentubroytingin fær gildi fyri vinnukundar tann 18. november og fyri privatkundar tann 5. desember, sigur BankNordik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860