Broyta 26 lógir um fíggjarligt virksemi

Broyta 26 lógir um fíggjarligt virksemi
Lóggávan eigur ikki at dragna ov nógv sammett við tað, sum er galdandi í Danmark og í hinum ES-londunum, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið
Uppskotini gera tað heldur lættari hjá peningastovnunum í Føroyum at geva smáum og miðalstórum fyritøkum lán.  
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2022 - 09:01

Broytingar í 26 donskum lógum um fíggjarligt virksemi skulu setast í gildi í Føroyum

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur lagt uppskot um ríkislógartilmæli fyri løgtingið.

Talan er um høvuðslógina, sum eitur lov om finansiel virksomhed. Hon var seinast broytt av álvara fyri Føroyar í 2017.

 

Eigur ikki at dragna

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið sigur, at umráðandi er, at lóggávan um føroysku peningastovnarnar ikki dragnar ov nógv í mun til tað, sum er galdandi í Danmark og í hinum ES-londunum. 

Annars kann tað gerast truplari hjá føroysku peningastovnunum at virka sambært teimum skipanum, sum teir   arbeiða móti uttanlands. 

Eisini kann tað gerast tyngri hjá peningastovnunum at virka á altjóða marknaðum.

Haraftat kann atgongdin til kapital og gjaldføri gerast truplari, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið. 

 

 

Lættari at geva lán

Uppskotini gera tað heldur lættari hjá peningastovnunum í Føroyum at geva smáum og miðalstórum fyritøkum lán.  

Felagið peningastovnar vil hava broytingar í uppskotinum. 

Fíggjareftirlitið hevur í nógvum førum tikið ynskini hjá føroysku peningastovnunum til eftirtektar, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386