Iran: Mótmælini halda fram

Iran: Mótmælini halda fram
Mótmælini í Iran halda fram, og í gjár settu mótmælisfólk í Iran eld á barnaheimið hjá fyrsta leiðaranum í iranska stýrinum, Ayatollah Rohullah Khomeini.
 
19.11.2022 - 12:57

Sjónbandaðar upptøkur, ið Reuters-tíðindastovan hevur fingið váttan fyri eru ektaðar, vísa mótmælisfólk uttan fyri brennandi húsini.

Samstundis nokta almennu iransku miðlarnir fyri, at nakað sum helst er hent barnaheiminum hjá Khomeini, sum nú verður brúkt sum eitt savn til minnis um hann.

Hann var maðurin, ið grundaði islamska stýrið í Iran í 1979 og stjórnaði landinum við harðari hond, til hann doyði tíggju ár seinni, í 1989.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214