Bussleiðin í Havn fær nýggjar bussar

Bussleiðin í Havn fær nýggjar bussar
Ætlanin er at taka bussarnar í nýtslu millum jól og nýggjár. Í mai koma tveir elbussar
Hesir býbussarnir í Havn verða nú skiftir. 15 dieselbussar koma um 14 dagar, og í mai koma tveir elbussar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2022 - 16:33

Um tvær vikur koma nýggju býbussarnir, sum skulu koyra í Tórshavnar kommunu, til landið.

Talan er um 15 dieselriknar bussar av slagnum Iveco. 

Bussarnir verða tiknir í nýtslu millum jól og nýggjár, sigur Heðin Zachariassen, stjóri í HZ-bussum, ið rekur busskoyringina fyri kommununa.

Nýggju bussarnir eru 1,3 metrar longri enn verandi bussar. Betri pláss er til barnavognar og rullistólar, og teir taka fleiri ferðandi. Teir fara at hava sama reyða lit sum verandi bussar. 

 

Kosta meira enn 30 milliónir

Heðin Zachariassen sigur, at nýggju bussarnir kosta eitt sindur oman fyri 30 milliónir krónir.

Í mai næsta ár koma tveir bussar afturat, og teir verða elriknir. Elbussarnir skulu koyra á leið 4, har fæstar brekkur eru.

Tað er kommunan og ikki HZ-bussar, sum ger av, hvat slag av brennievni ella orku, bussarnir skulu brúka.

 

Kunnu skifta dieselbussarnar

Heðin Zachariassen sigur, at avtalan við kommununa er tann, at teir báðir elbussarnir skulu brúkast sum grundarlag fyri at útvega fleiri elbussar. Roynast teir væl, kunnu nýggju dieselbussarnir verða skiftir út ein og ein við elbussar næstu árini.

HZ-bussar hava sáttmála við Tórshavnar kommunu næstu níggju árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756