Runavíkar kommuna ger íløgur fyri 71 milliónir

Runavíkar kommuna ger íløgur fyri 71 milliónir
30 milliónir kr. fara til svimjihøllina og fimm milliónir til Fjøruvegin
Runavíkar býráð samtykti í gjárkvøldið endaliga fíggjarætlanina fyri næsta ár.
 
25.11.2022 - 08:25

Í gjárkvøldið samtykti Runavíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2023 endaliga við aðru viðgerð.

Kommunan ætlar at gera íløgur fyri 71 milliónir krónur. 30 milliónir fara til svimjihøllina og fimm milliónir krónur til Fjøruvegin.  

Býráðið ætlar í fyrsta umfari ikki at taka lán at gera íløgurnar. Sáttmálar skulu fyrst gerast um verkætlanirnar. 

 

30 milliónir kr. eru settar av til svimjihøllina næsta ár.

 

100 mió. í eginfígging

Munnlig semja er millum býráðslimirnar um, at kommunan rindar 100 mió. kr. av svimjihøllini við eginfígging í árunum 2023/24/25, og síðani lænir tær 65 mió. kr., sum tá resta í kostnaðin.

Tað kann kortini gerast neyðugt at taka upp lán í næsta fíggjarári - alt eftir, hvussu kvik ella sein gongdin í svimjihallarverkætlanini verður, skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Runavíkar kommuna væntar at fáa 270 milliónir krónur í inntøkum næsta ár. Útreiðslurnar vera tær somu.

Skattaprosentið í Runavíkar kommunu verður framhaldandi 21,5 prosent, og barnafrádrátturin verður óbroyttur, 8.000 krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595