Stórar mótmælisgongur í Kina

bannari
Stórar mótmælisgongur í Kina
Nógvu koronutiltøkini hava fingið ilt í nógvar kinesarar, sum krevja forsetan frá
Mótmæli í Shanghai
Mynd: Eva Rammeloo/via REUTERS  
 
27.11.2022 - 10:22

Stórar mótmælisgongur vóru í gjár í fleiri stórbýum í Kina. Mótmælisfólkini eru óð um strongu koronutiltøkini, sum stjórnin aftur hevur sett í verk. Tað, sum veruliga fekk øði í hesa ferð, var ein eldur í einum íbúðarblokki í býnum Urumqi, har tíggu fólk lótu lív. Mótmælisfólkini vilja vera við, at ein høvuðsorsøk var, at sløkkiliðini ikki sluppu framat, tí so nógvar forðingar eru settar upp vegna strongu koronutiltøkini.

Myndugleikarnir í Urumqi hava víst aftur, at koronutiltøkini vóru atvoldin til, at fólkini doyðu. Men myndugleikarnir hava samstundis biðið um umbering og roynt at sissa fólk við at linka um koronutiltøkini.

Mótmæli hava verið í stórbýum sum Shanghai, Bejing og Nanjing. Tað óvanliga er, at ógvuslig slagorð hava verið brúkt, har fólk hava kravt, at forsetin, Xi Jinping, leggur frá sær. Hetta er annars heilt óhoyrt í Kina, og BBC hevur eisini sæð løgregluna taka fólk í hópatali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815