NATO: Ukraina-kríggið drúgt

NATO: Ukraina-kríggið drúgt
NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er sannførdur um, at russiska kríggið í Ukraina fer at enda við samráðingarborðið, eins og flestøll onnur kríggj gera.
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
17.12.2022 - 13:41

Russland fyrireikar seg til eitt drúgt kríggj í Ukraina, og tí skal NATO halda fram við at stuðla Ukraina við vápnum, til Vladimir Putin ásannar, at hann ikki kann vinna kríggið.

Tað sigur NATO-aðalskrivarin Jens Stoltenberg í samrøðu við tíðindastovuna AFP í gjár.

Stoltenberg vísir á, at tað ikki eru nakrar ábendingar um, at Vladimir Putin hevur slept sínum ætlanum um at taka ræðið í Ukraina, og at vit tí ikki eiga at undirmeta Russland, sum fyrireikar seg til eitt drúgt kríggj.

NATO-aðalskrivarin er eisini sannførdur um, at hetta kríggið fer at enda við samráðingarborðið, eins og flestøll onnur kríggj gera, sigur hann við AFP.

Niðurslitin herur
Um eina viku, jólaaftan, eru 10 mánaðir síðani Russland leyp á Ukraina.

Ukrainskir herleiðarar vænta, at Russland fer at gera eitt stórt álop á Ukraina teir fyrstu mánaðirnar av 2023, har ein nýggj roynd eisini verður gjørd at taka ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. 

Eisini Institute for the Study of War, stytt ISW, roknar við, at Russland fer at fremja eitt stórálop á Ukraina í vetrarmánaðunum, har endamálið millum annað er at taka Kyiv. Men sambært ISW er lítið sannlíkt, at hetta fer at eydnast, tí russiski herurin er illa fyri og niðurslitin av krígnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Fríggjadag 27. februar
Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
204931
Fríggjadag 27. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Adrenaline
204922
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811