Nógvar fyritøkur á Jobmatch

Nógvar fyritøkur á Jobmatch
Tilsamans 72 fyritøkur, stovnar og kommunur bjóða seg fram á á Jobmatch starvsstevnuni, sum í ár verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember.
 
17.12.2022 - 17:03

Árliga Jobmatch tiltakið hevur seinastu tvey árini verið órógvað av koronufarsóttini, og tí tykist serligur áhugi vera fyri tiltakinum í ár.

"Eg haldi, at tað virkar sum um luttakararnir eru serliga spentir til Jobmatch í ár, nú tvey ár eru liðin, síðan teir stóðu andlit til andlit við tey vitjandi," sigur Katrin I. Gregersen, samskipari, í tíðindaskrivi.

Áhugin at vitja Jobmatch er eisini stórur, og longu nú eru fleiri bíleggingar komnar um sokallað JobPrát, har vitjandi kunnu bíleggja eitt prát við luttakararnar.

Endamálið við Jobmatch er enn sum áður at knýta samband millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi og útbúgvin í Føroyum og uttanlands. Talan er um fleiri fyritøkur og stovnar innan nógvar ymsar vinnugreinir, til dømis alivinnu, handverki, KT, heilsu, almennari fyrisiting og gransking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025