Komu ikki á mál við at býta málsøki

Komu ikki á mál við at býta málsøki
Samráðingarnar halda fram klokkan níggju í morgun
Aksel V. Johannesen og hini, sum samráðast um nýtt landsstýri, halda fram at tingast um málsøkjabýtið í morgun.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2022 - 08:24

Ætlanin var at manna landsstýrið í nátt, men enn er ikki komið á mál.

Tað sigur Aksel V. Johannesen samráðingarleiðari, í morgun.

- Vit eru komin nokk so langt við málsøkjabýtinum, men alt er ikki avgreitt enn, sigur hann.

Spurdur, um hann kann siga nakað, hvussu nógv ráð verða, og hvør fær hvønn sess, sigur samráðingarleiðarin, at tað kann hann ikki.

- Tað kann vera so knappliga, at eg kann siga nakað um tað, men tað kann eisini taka sína tíð, sigur Aksel V. Johannesen. 

Samráðingarnar halda fram klokkan níggju í morgun.

Klokkan 11 fer Aksel V. Johannesen aftur hitta løgtingsformannin, tí tá fer freistin at skipa samgongu.

Er ikki komið á mál at skipa samgongu tá, fer samráðingarleiðarin helst at biðja um, at freistin verður longd.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392