Størri tørvur á sertilboðum í fólkaskúlanum

Størri tørvur á sertilboðum í fólkaskúlanum
Talið á næmingunum í sertilboðunum er vaksið støðugt seinastu árini. Men seinastu árini eru skúlatilboðini eisini vorðin fleiri.
Tilvildarlig mynd úr savninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.12.2022 - 08:43

Nógv fleiri skúlabørn hava brúk fyri sertilboði nú. 

Skúlaárið 2019-2020 vóru tey 136, 109 dreingir og 27 gentur.

Í hesum skúlaárinum eru tey 219, 150 dreingir og 69 gentur.

Hetta eru 3,4 prosent av næmingunum í fólkaskúlanum. Tá er Skúlin á Trøðni ikki við.

Hóast dreingir eru í meiriluta í sertilboðunum, eru komnar fleiri gentur hagar.

Í 2019-2020 vóru 80 prosent dreingir. Nú eru teir 68 prosent, skrivar Skúlablaðið.

Í hesum skúlaárinum eru 11 næmingar í Lopfjølini, sum eisini er sertilboð. Har eru genturnar í stórum meiriluta.

Lopfjølin er eitt sosialpedagogiskt skúlatilboð, sum er í Margarinfabrikkini í Havn. 

59 næmingar eru í Skúlanum á Trøðni.

Skúlablaðið skrivar, at seinastu árini eru sertilboðini vorðin fleiri.

Størstu sertilboðini eru á Skúlatrøð í Klaksvík, har eru 56 næmingar, og í Gula skúla í Havn, sum hevur 52 næmingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595