Heimskenda røðin Paw Patrol á føroyskum

Um KVFTíðindi
Heimskenda røðin Paw Patrol á føroyskum
Kringvarpið hevur gjørt avtalu við Paramount um sesong 1, 2 og 3 av heimskendu hunda-teknirøðini Paw Patrol
Ryder og hundapatruljan búgva í Adventure Bay. Skjótt verður heimskenda røðin føroyskað.
 
05-01-2023

Kendu hundarnir í Paw Patrol vera at síggja á føroyskum. Paw Patrol er ein av best umtóktu barnarøðum í heiminum.

Í stuttum snýr røðin seg um 10 ára gamla drongin Ryder og hundarnar í patruljuni, sum saman loysa uppgávur í býnum Adventure Bay. Hundarnir hava ymiskar eginleikar, eitt nú er Chase løgregluhundur og njósnari, Marshall er sløkkiliðshundur, og Zuma bjargar fólki, sum eru í neyð á sjónum. 

Klár í 2024

Kringvarpið hevur gjørt avtalu við Paramount um rættindini til sesong 1, 2 og 3, og hvør sesongin er 26 partar.  

Røðin skal týðast og ljóðsetast, og væntandi verður fyrsta sesongin send í 2024.  

Betra um tilboðið til børnini

Kringvarpið roynir at fáa rættindi til fleiri kendar røðir, nú ætlanin er at koma við eini app til sjónvarpssendingar til børn í vár.

Appin skuldi koma tíðliga í vetur, men bæði fólkatingsval og løgtingsval seinkaðu arbeiðinum nakað, sigur Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum.

- Arbeiðið við app og heimasíðu er komið væl ávegis, og tí koma vit í vár við einum betri tilboði til okkara yngstu hyggjarar. Tað hevur týdning at koma við einum føroyskum tilboði, tí útlendsku tilboðini til tey yngstu eru so mong, leggur hon afturat.  

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128
Mikudag 31. desember
Nýggjársgudstænasta 2025
201865

Um kvf css