Brasil: 1200 fólk handtikin

Brasil: 1200 fólk handtikin
Viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum lupu á tjóðartingið í gjár
Mótmælisfólkini framdu herverk í tjóðartingsbygninginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.01.2023 - 15:16

Fleiri enn 1200 fólk eru handtikin, eftir at fleiri túsund mótmælisfólk lupu á brasilska tjóðartingið og aðrar almennar bygningar í gjár.

- Tað fer ikki at eydnast teimum at beina fyri fólkaræðinum í landinum. Tað eiga vit at gera greitt, bæði við fastleika og sannføring, sigur løgmálaráðharrin í Brasil, Flávio Dino, sambært Reuters.

Viiðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, trokaðu seg inn í tjóðartingsbygningin í gjár í høvuðsstaðnum, Brasilia, og framdu herverk.

Bolsonaro hevur ongantíð viðgingið, at hann tapti forsetavalið fyri Lula da Silva, men hann hevur víst aftur, at hann eggjaði viðhaldsfólki sínum at leypa á tjóðartingið.

- Vit góðtaka ikki, at brotsgerðir verða framdar í einum politiskum stríði. Ein brotsmaður verður viðfarin sum ein brotsmaður, sigur løgmálaráðharrin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342