Fiska nú lodnu í íslendskum sjógvi

Fiska nú lodnu í íslendskum sjógvi
Grønlendska skipið Polar Ammassak hevur fingið 600 tons í hálinum
Grønlendska skipið Polar Ammassak hevur góðan lodnufiskiskap í íslendskum sjógvi.
Mynd: Fiskifréttir  
 
11.01.2023 - 10:30

Lodnufiskiskapurin í íslendskum sjógvi er byrjaður.

Fríggjakvøldið í síðstu viku byrjaði grønlendska skipið Polar Ammassak at fiska lodnu 80 fjórðingar í ein landnyrðing eystan úr Langanesi.

Skiparin letur væl at fiskiskapinum, skriva Fiskifréttir. Teir fingu upp í 350 tons í hálinum. Í seinasta hálinum vóru tó 600 tons.

Lodnan er góð, sigur hann. 35 til 37 fiskar fara til eitt kilo.

Einki annað skip var har á leiðini, sigur skiparin. Hann sigur, at ikki var neyðugt at leita eftir lodnuni. Teir funnu hana alt fyri eitt.

 

Fiska meira um náttina

Meira fekst um náttina enn um dagin, sigur skiparin á Polar Ammassak.

Hann sigur eisini, at veðrið á leiðini var gott.

Og Polar Ammassak landaði á Norðfjørðinum í gjár. Skipið hevði 2.000 tons, sum fara til mjøl og lýsi.

Polar Ammassak fekk tey 2.000 tonsini í seks hálum.

Havrannsóknarskipið Árni Friðriksson fer út at leita eftir lodnu í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595