Bretland: Forboð fyri plasti í matsølu

Bretland: Forboð fyri plasti í matsølu
Hvør persónur í Onglandi brúkar í miðal 18 einnýtis-tallerkar og 37 einnýtis-knívar, gaflar ella skeiðir um árið
Savnsmynd
 
14.01.2023 - 16:00

Frá oktober í ár verður bannað at nýta ávísar einnýtislutir úr plasti í sambandi við matsølu í Bretlandi.

Tað skrivar BBC.

Bretska stjórnin hevur boðað frá, at eitt bann er á veg, so matstovur, kaffistovur og takeaway-matstovur ikki longur sleppa at brúka einnýtis knívar, skeiðir, skálir og annað úr plasti.

Umhvørvisfelagsskapir fegnast um komandi bannið, men vinnan hevur boðað frá, at hon má fáa stuðul, meðan skift verður frá einnýtisplastikki til aðrar loysnir.

Roknað verður eisini við, at bannið fer at gera takeaway-mat, til dømis fisk og kips, dýrari enn tað er í dag.

Sambært bretska umhvørvismálaráðnum brúkar Ongland umleið 2,7 milliardir lutir av einnýtis-besti og 721 milliónir einnýtis-tallerkar um árið.

Tað merkir, at hvør persónur í Onglandi brúkar í miðal 18 einnýtis-tallerkar og 37 einnýtis-knívar, gaflar ella skeiðir um árið. Tað mesta av hesum er úr plasti.

Onnur líknandi bann eru longu sett í gildi í Onglandi. Í 2020 bleiv bann sett móti súgvirørum og vatpinnum úr plastikki, og eisini Skotland hevur sett líknandi bann í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974