Heimskendur Youtubari: Smakkurin av grind er eitt eindømi

Heimskendur Youtubari: Smakkurin av grind er eitt eindømi
"Eg skilji væl, at føroyingar ikki hava hug at gevast við at eta grind, tí grind smakkar ikki sum nakar annar matur," sigur Sonny fra "Best Ever Food Review Show"
Sonny frá "Best Ever Food Review Show" og Súsanna úr Kvívík
Mynd: Best Ever Food Review Show  
 
16.01.2023 - 18:40

Sonny Side eitur dámligi verturin á væl umtóktu matrásini á Youtube "Best Ever Food Review Show".

Sonny Side, ið neyvan er hansara kristna navn, ferðast til allar krókar í heiminum, fyri at royna sjáldsaman mat.

Hann leggur tó ikki fingrarnar ímillum í øðrum parti frá síni Føroyaferð, ið júst er lagdur út á Youtube. 

"Grind er mest umstríddi matur í Evropa," staðfestir hann. 

 

Eitt eindømi

Sonny staðfestir tó eisini, fullkomiliga uttan fordómar og at snerkja einaferð, at smakkurin av grind er eitt eindømi. 

"Eingin matur, ið eg áður havi roynt, smakkar eins og grind. Tí skilji eg skilji væl, at tit føroyingar halda fast um rættin at drepa og eta grind," sigur amerikumaðurin, ið hevur út við 10 milliónir fylgjarar á Youtube. 

 

Heima hjá Súsonnu og Eyðuni

Í øðrum partinum, sum hevur fingið heitið "Hunting and Eating Whale!! Europe’s Most Controversial Food!!", er Sonny heima hjá Súsonnu og Eyðuni í Kvívík og roynir fleiri ymiskar grindarættir

Súsanna og Eyðun er sera væl egnað til uppgávuna, tí tey eru bæði sera sympatisk og duga væl at greiða frá um siðvenjuna at eta grind. 

Á síni vitjan heima hjá Súsonnu og Eyðuni sleppur Sonny at royna bæði feska og turra grind, umframt at hann eisini fær grindabúffar. 

Serliga Súsanna er fyrikomandi og ikki sørt sjarmerandi, og tað er eyðsæð, at Súsanna og Sonny finna væl út av tí saman.  

 

Hugtakandi lýsing av grind

Burturúr er komin ein sera hugtakandi lýsing av serliga føroyska fyribrigdinum grind. 

Hjá okkum føroyingum er tað gleðiligt loksins at síggja ein útlending, ið veruliga hevur sett seg inn í siðvenjuna við eta grind og skilir støðu føroyinga. 

Annar partur av vitjanin hjá Sonny og "Best Ever Food Review Show" kann síggjast her niðanfyri. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498