Uppskot til grønlendska grundlóg klárt

Uppskot til grønlendska grundlóg klárt
Um tveir mánaðir fer grønlendska grundlógarnevndin at leggja uppskot til grundlóg fra, og landsstýrisformaðurin er spentur
Múte B. Egede, landsstýrisformaður, er spentur, nú eitt uppskot til grønlendska grundlóg er á trappuni
Mynd: Mute Egede á Facebook  
 
16.01.2023 - 17:06

Eftir góð trý ára arbeiði, leggur grønlendska grundlógarnevndin fram uppskot um grundlóg um tveir mánaðir.

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, er spentur, og sigur við Sermisiaq, hann vónar at stóra undirtøkan í landstinginum vónandi fer at hava við sær, at grundlógaruppskotið kann brúkast í framhaldandi politiska arbeiðinum í Grønlandi.

Hvørs grundlógaruppskotið fer at gera mun, í mun til eitt komandi sjálvstøðugt Grønland, vil Múte B. Egede ikki siga so nógv um nú. 

"Grundarlagið fyri at kunnu gerast eitt sjálvstøðugt land, er ein grundlóg, og tað er tí at vit hava sett eina grundlógarnevnd at arbeiða," sigur hann.

Uppskotið verður lagt fyri tingið 1. apríl, tó at nevndin hevur havt stórar avbjóðingar av millum annað koronu. Eisini valdi fyrrverandi formaðurin í grundlógarnevndini, Kuupik Kleist, at trekkja seg eftir bert at hava sitið sum formaður í tríggjar mánaðir.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598