Fyrsta skipaða spurnakappingin um kvæðamentan

Um KVFTíðindi
Fyrsta skipaða spurnakappingin um kvæðamentan
Kappingin "Tú manst vita frá mongum at siga" er millum átta dansifeløg
"Tú manst vita frá mongum at siga" er fyrsta skipaða spurnakapping um kvæðamentan
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20-01-2023

Hvørjir flýddu saman við Sigmundi av Skúgvoynni til Suðuroyar? Hvønn lit hevði hesturin hjá Ebbe Skammelsøn? Og hvønn vildi Eirikur Jallur hava undir liðini á sær, um hann kom í vanda?

Soleiðis ljóða tríggir tilvildarligir spurningar í tveimum undankappingum um føroyskan dans, kvæði og kvæðamentan í útvarpinum. Átta dansifeløg eru við í kappingini.

Leygardagin tann 7. januar var nýggja spurnakappingin, "Tú manst vita frá mongum at siga", sjósett. Heitið er tikið úr øðrum ørindi í Brúsajøkli, sum ofta verður kvøðið.

Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen hava lagt spurnakappingina til rættis og samskipað hana. Rasmus Joensen og Jónleif Johannesen, sum vit kenna frá kvæðasendingum og dansi, hava hjálpt til at gera spurningarnar.

Harafturat koma tøkningarnir Høgni Fagraberg, Kári Annand Berg, Rúni Eysturlíð og Øssur Egholm, sum hava gjørt ljóðbrot og tikið upp.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Endadysturin verður á føstulávint

Spurnakappingin er gjørd lurtaravinarlig og er skipað við løttum og miðal torførum spurningum, so lurtararnir kunnu vera við.

Tað tykist, at lurtarar hava teir tikið væl ímóti spurnakappingini, tí afturboðanirnar eru mangar. 

Spurnakappingin er skipað við fýra undanumførum, tveimum hálvfinalum og eini finalu, sum verður føstulávintsleygarkvøld, sum er eitt av teimum stóru dansikvøldunum.

Tú finnur sendingina her. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290

Um kvf css