Tríggir danskir ráðharrar vitja Zelenskyj

Tríggir danskir ráðharrar vitja Zelenskyj
Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen og Jakob Ellemann-Jensen eru í Ukraina í dag
Ukrainski forsetin greiðir Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen og Jakob Ellemann-Jensen frá gongdini í krígnum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.01.2023 - 14:18

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, hava vitjað ukrainska forsætisráðharran, Volodymyr Zelenskyj, í dag.

Donsku ráðharrarnir hittu ukrainska forsætisráðharran í býnum Mykolajiv, sum er vinarbýur hjá Danmark.

Mykolajiv var ein av fyrstu býunum, sum Russland leyp á, tá innrásin byrjaði í februar í fjør.

 

Zelensky, forsætisráðharri, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Zelenskyj skrivar á boðtænastuni Telegram, at tey hava m.a. vitjað eitt sjúkrahús.

- Saman við Mette Frederiksen vitjaðu vit særdar ukrainar á einum sjúkahúsi í Mykolajiv, skrivar Zelenskyj.

Tey hava eisini vitjað eina kornsilo og ein umsitingarbygning, sum var lagdur í oyði í einum bumbuálopi.

Fyri kríggið búðu umleið ein hálv millión fólk í Mykolajiv, og hildið verður, at 230.000 fólk framvegis eru í býnum.

Hini eru flýdd ella deyð í krígnum. 

Sí videobrot frá AP-tíðindastovuni her:

 

METTE_OG_UKRAINA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615