Bíða enn eftir endurgjaldi frá Fiskimálaráðnum

Bíða enn eftir endurgjaldi frá Fiskimálaráðnum
Kravið frá Northwest Pelagic var 80 milliónir krónur umframt uppsjóvarkvotur
Northwest Pelagic eigur uppsjóvarskipið Jupiter. Felagið fær í næstum eitt nýggjari skip fyri Jupiter.
 
02.02.2023 - 08:59

Fiskimálaráðið og reiðaríið Northwest Pelagic eru framvegis ikki komin ásamt um eina upphædd, sum Northwest Pelagic skal hava í endurgjaldi, eftir at Føroya rættur avgjørdi, at fiski- og veiðiloyvið var tikið frá felagnum av órøttum í 2016.

Northwest Pelagic stevndi Fiskimálaráðnum í oktober í 2017, eftir at Atlantsfarið ikki fekk fiski- og veiðiloyvi aftur, tá skipið skifti eigara í januar í 2016.

VØRN metti tá, at tað í veruleikanum var hollendski minnilutaeigarin, Jaczon Trawler, sum hevði ræðisrættin á felagnum, og ikki Jógvan Martin Ferjá Joensen, stjóri. 

 

Jógvan Martin Ferjá er stjóri í Northwest Pelagic. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Dømt at rinda endurgjald

Northwest Pelagic kærdi málið til Fiskimálaráðið, men tá Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá VØRN, stevndi Northwest Pelagic Fiskimálaráðnum, sum í juli 2019 var dømt at rinda endurgjald umframt sakarmálskostnaðin uppá 750.000 krónur.

Fiskimálaráðið kærdi í fyrstu atløgu málið til hægri rætt, men kæran var seinni slept, tá Jacob Vestergaard var landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Endurgjaldskravið, sum var sent Fiskimálaráðnum í desember í 2020, var 80 milliónir krónur, umframt 19.000 tons av makreli, sild og svarkjafti. 

 

Kann enda aftur í rættinum

Síðani hevur samskifti verið millum partarnar um, hvussu tapið skal gerast upp. 

Semjast partarnir ikki, má málið avgerast í rættinum. 

Northwest Pelagic, sum eisini eitur p/f Jupiter, eigur í dag uppsjóvarskipið Jupiter. Felagið hevur keypt nýggjari skip fyri Jupiter, og tað kemur til landið um tríggjar vikur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891