Regluligt eftirlit er við arbeiðs- og uppihaldsloyvum

Regluligt eftirlit er við arbeiðs- og uppihaldsloyvum
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi um snarskipanina og eftirlit
Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og løgreglan kanna eisini, um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi. 
 
02.02.2023 - 08:28

Regluligt eftirlit er við arbeiðs- og uppihaldsloyvum í Føroyum.

Tað var galdandi, bæði áðrenn snarskipanin kom í november 2021 og aftaná.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Una Holm Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi um fast track og eftirlit.

Útlendingastovan kann gera tilvildarligar stakroyndir og á tann hátt hava eftirlit við fyritøkum, sum eru góðkendar at brúka snarskipanina.

Men av tí at skipanin er so mikið nýggj, hevur Útlendingastovan enn ikki gjørt slíkar tilvildarligar stakroyndir. 

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Summi mál kannað nærri

Útlendingastovan hevur tó kannað mál nærri, har Útlendingastovan er blivin varug við, at fyritøkan ikki longur lýkur treytirnar í snarskipanini, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Styrelsen for International Rekruttering og Integration, SIRI, ansar eftir, at treytirnar eru hildnar, tá umsóknir um at leingja loyvið skulu viðgerast.

Sostatt fer hetta eftirlitið fram árliga í øllum málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sigur landsstýrismaðurin. 

Sær SIRI, at lønar-og setanartreytirnar ikki eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, kann SIRI senda Útlendingastovuni málið til hoyringar. 

 

Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin um fast track og eftirlit. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fýra eftirlitsvitjanir um árið

Aftur at hesum eftirlitunum hjá SIRI og Útlendingastovuni eru reglur um eftirlitsvitjanir, har Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og løgreglan kanna, um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi. 

Hesar eftirlitsvitjanir vóru framdar, áðrenn snarskipanin kom.  

Miðað verður eftir, at eftirlitsvitjanir vera fýra ferðir um árið við miðvísum stakroyndum á nógvum arbeiðsplássum hvørja ferð.

Landsstýrismaðurin hevur fingið váttan um, at neyðug orka er til at fremja hetta eftirlitið í ár.

 

Endurskoða krav um kunning

Ikki eru itøkiligar ætlanir um at skipa meira eftirlit, men landsstýrið er farið undir at viðgera tær avbjóðingar, sum eru á arbeiðsmarknaðar -og útlendingaøkinum, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Harumframt er Útlendingastovan farin at endurskoða kravið um kunning til útlendingar, sum koma til Føroya at at arbeiða.

Møguliga koma nýggj ella fleiri krøv um innihaldið, so til ber at tryggja, at allir arbeiðstakarar fáa somu kunning, sama hvønn arbeiðsgevara, tey koma til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744