Zelenskyj vil hava ES at herða revsitiltøkini

Zelenskyj vil hava ES at herða revsitiltøkini
Forkvinnan í ES-nevndini er aftur á vitjan í Ukraina, fjórðu ferð síðani russisku innrásina
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, hitti ukrainska forsetan, Zelenskyj, í Kyiv í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.02.2023 - 15:59

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vil hava ES at herða revsitiltøkini móti Russlandi.

Tað hevur hann gjørt greitt fyri forsetanum í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, sum í løtuni er í Kyiv á vitjan.

Á einum felags tíðindafundi hjá teimum báðum helt Zelenskyj, at trýstið frá ES á Russland er minkað seinastu tíðina.

 

Fjórða vitjanin

Á Twitter skrivar Ursula von der Leyen, at hetta er fjórðu ferð, hon vitjar í Kyiv síðani russisku innrásina, og at hon hevur sínar nevndarlimir við hesaferð. Hetta er fyri at vísa, at ES stendur líka sterkt saman við Ukraina sum altíð, og at samstarvið skal styrkjast.

Ursula von der Leyen sigur, at ES vónar, at ein nýggjur pakki við revsitiltøkum er klárur fyri ársdagin fyri russisku innrásina, tann 24. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762