Stór mótmælisgonga framman fyri Christiansborg

Stór mótmælisgonga framman fyri Christiansborg
Um 50.000 fólk mótmæltu ætlanunum hjá donsku stjórnini at taka av dýra biðidag
Túsundtals fólk mótmæltu ætlanunum at avtaka dýra biðidag
Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix  
 
05.02.2023 - 17:20

Fólk í túsundatali fólk hava í dag mótmælt ætlanunum hjá donsku stjórnini at taka av dýra biðidag sum almennan frídag.

Stóra mótmælisgongan var framman fyri Christiansborg.

Tað er fakfelagssamstarvið 'Fagbevægelsens Hovedorganisation', sum skipar fyri mótmælistiltakinum, og sambært teimum vóru minst 50.000 fólk komin at mótmæla í dag.

Aftrat mótmælistiltakinum hevur fakfelagssamstarvið eisini skipað fyri undirskriftainnsavnan. Higartil hava fleiri enn 460.000 fólk skrivað undir mótmæli, sigur forkvinnan, Lizette Risgaard.

- Tilsamans vísir hetta, at stjórnin ikki hevur undirtøku fyri at taka av dýra biðidag, sigur hon við danska TV2. 

- Hetta eigur at gera, at stjórnin ásannar, eins og andstøðuflokkarnir, at dýri biðidagur ikki verður tikin av í bræði, sigur forkvinnan.

Uppskotið er lagt fyri Fólkatingið, men Lizette Risgaard heldur, at uppskotið skal takast aftur, og fakfeløgini heldur skuldu verið boðin til samráðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974