Eysturoyartunnilin stimbrar fólkatalið

Eysturoyartunnilin stimbrar fólkatalið
At vit í fjør gjørdust 678 fólk fleiri, sum búgva í Føroyum, sæst fyrst og fremst aftur í kommununum við báðar endar á Eysturoyartunlinum
Nógv vilja búgva í grannalagnum hjá Eysturoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.02.2023 - 16:37

At vit í fjør gjørdust 678 fólk fleiri, sum búgva í Føroyum, sæst fyrst og fremst aftur í kommununum við báðar endar á Eysturoyartunlinum.

Mesti fólkavøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunum og teimum á baki kom Nes kommuna, ið fyri fyrstu ferð fór upp um 1500 íbúgvar og nú hevur fingið býarheiti.

Tórshavnar kommuna vaks í fjør við 348 íbúgvum, Runavíkar kommuna við 77, Sjóvar kommuna við 56 og Nes kommuna við 51 íbúgvum.

Í níggju av teimum 29 kommununum kring landið fall fólkatalið.

Mest í Sumbiar kommunu, har fólkatalið fall við 14 íbúgvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360