Mugu upp í NATO í senn

Mugu upp í NATO í senn
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sigur, at verður bara Finnland limur í NATO og Svøríki ikki, fer tað at gera samstarvið millum londini bæði tvørligt í framtíðini.
Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson
 
19.02.2023 - 18:39

Hann leggur nú doyin á, at skulu Svøríki og Finnland fáa NATO-limaskap, hevur tað alstóran og strategiskan týdning, at londini gerast limir í senn.

Tað skrivar Financial Times.

– Frammanundan hava vit tætt hernaðarligt samstarv, men verður annað við í NATO og hitt ikki, verður ikki líka lætt at samstarva, sigur Ulf Kristersson.

Samstundis ger hann greitt, at bæði Svøríki og Finnland hava stóran týdning fyri trygdina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974