Olja á vestaru vág

Olja á vestaru vág
Arbeiðsfólk á MEST varnaðust ikki, at tað, sum fór á sjógv, var olja
Arbeiðsfólk á MEST skuldu lensa ein tanga umborð á Ango, men tey varnaðust ikki, at olja var í honum.
Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík  
 
22.02.2023 - 11:18

Millum 50 og 100 litrar av olju endaðu í gjár á vestaru vág í Havn. 

Arbeiðsfólk frá skipasmiðjuni MEST arbeiddu umborð á Ango og skuldu lensa ein tanga, sum vatn vanliga var í. 

Ango liggur við Kjartansmola á vestaru bryggju.

 

(Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík)

(Mynd: Bjarnheðin í Hoyvík)

 

Varnaðust ikki oljuna

Arbeiðsfólkini varnaðust ikki, at tað var olja, sum fór á sjógv fyrr enn ov seint var. 

Tórshavnar sløkkilið var kunnað um óhappið alt fyri eitt, sigur Mouritz Mohr, stjóri í Mest.

Sløkkiliðið tók meginpartin av oljuni upp í gjár, og í dag verða girðingarnar, sum súgva olju í seg, skiftar.

Heini Østerø, stjóri fyri Tórshavnar sløkkiliði, sigur við útvarpið, at skipasmiðjan MEST fær onga bót, men eina rokning fyri uppruddingararbeiðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751