Útflýggjaðu 10.000 pass í fjør

Útflýggjaðu 10.000 pass í fjør
Politiið avgreiddi 3.284 útlendingamál í fjør
Politiið skrásetti 106 harðskapsmál í fjør. Øll eru ikki avgreidd í rættinum enn.
 
22.02.2023 - 08:37

Føroya politi útflýggjaði næstan 10.000 pass í fjør. 

Hetta er meira enn helvtina fleiri enn í 2021.

Verður samanborið við koronaárið 2020, er talan um næstan 200 prosent fleiri pass, sigur politiið.

Harumframt hevur politiið avgreitt 3.284 útlendingamál. Eisini hetta er næstan helvtina fleiri enn í 2021.

 

Fleiri harðskapsmál

Fleiri harðskapsmál eru nú.

Um harðskapsmálini er yvirskipað at siga, at ung fólk fremja aloftast harðskapin í náttarlívinum, sigur politiið.

Í fjør vóru 106 harðskapsmál skrásett. Øll eru ikki avgreidd í rættinum enn.

Hagtøl hjá politinum um skrásetta harðskapin í fjør siga, at í 92 málum var talan um harðskapsmann og í níggju førum um harðskapskvinnu.

Í fimm málum er gerningsfólkið ikki eyðmerkt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360