Marjun tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Marjun tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Føroyska tilnevningarnevndin hevur innstillað Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri verkini Karmageitin og Gentukamarið
Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur.
 
23.02.2023 - 12:51

Marjun Syderbø Kjelnæs er tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2023.

Hetta er fremsta rithøvundaheiðursløn í Norðurlondum.

Føroyska tilnevningarnevndin hevur innstillað Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri verkini Karmageitin og Gentukamarið.

Hetta eru skaldverk í tveimum bindum, men sum kunnu lesast í tilvildarligari raðfylgju. 

Karmageitin er yrkingasavn, og Gentukamarið er leikrit.

Heiðurslønin verður latin í sambandi við fund í Norðurlandaráðnum í Oslo 31. oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360