Sunda kommuna skal hava kommunustjóra

Sunda kommuna skal hava kommunustjóra
Ætlanin er, at kommunustjórin skal hava somu uppgávur, sum fíggjar- og fyrisitingarleiðarin hevur í dag
Kommunan heldur, at nú er rætta løtan at gera bygnaðarbroytingina, tí útskifting er í leiðslustarvi í kommununi.
 
27.02.2023 - 11:23

Á býráðsfundi í dag fer Sunda kommuna m.a. taka støðu til, um kommunan skal hava kommunstjóra í staðin fíggjar- og fyrisitingarleiðara.

Talan er um bygnaðarbroyting og broyting í starvsfólkaskipanini.

Kommunustjórin skal hava tilvísing beinleiðis til borgarstjóran, og tilvísingin hjá tekniska leiðara verður broytt frá borgarstjóranum til kommunustjóran.

Kommunustjórin skal somu uppgávur, sum fíggjar- og fyrisitingarleiðarin hevur í dag.

Hann skal eisini bygnaðarliga vera yvir tekniska leiðaranum og tekniska økinum.

Kommunan heldur, at nú er rætta løtan at gera bygnaðarbroytingina, tí útskifting er í leiðslustarvi í kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026