Kirkjustovan skal vera liðug um eitt ár

Kirkjustovan skal vera liðug um eitt ár
Arnes Minde verður innrættað av nýggjum. Húsið fær m.a. nýggjan klædning og vindeygu
Arnes Minde, sum nú eitur Kirkjustovan.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
03.03.2023 - 08:44

Arnes Minde í Havn eitur nú Kirkjustovan.

Longu fyri sløkum 25 árum síðan vendi kirkjuráðið í Havnar kirkju sær til Tórshavnar kommunu um møguleikan at yvirtaka ognina Arnes Minde á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg.

Býráðið samtykti tá, at um húsið gjørdist tøkt, kundi kirkjan taka við tí.

Býráðið samtykti í 2015 at lata kirkjuráðið fáa Arnes Minde fyri 3,5 mió. kr., sum var metingarpísurin tá. 

 

12 mió. kr.

Almannamálaráðið var biðið um at geva undantak frá regluni um, at alment útboð skal vera, tá kommunal ogn verður seld. Almannamálaráðið gav undantakið.

Og nú verður húsið innrættað av nýggjum. Tað fær eisini nýggjan klædning og vindeygu.

Valbjørn Dalsgarð fekk arbeiðið at gera nýtt hús fyri 12 mió. kr. Innboðin lisitasjón var í november í fjør um arbeiðið. 

Arbeiðið skal vera liðugt um stívliga eitt ár, hálvan apríl í 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360