Jólaskráin í Kringvarpinum er á tremur við sendingum til bæði stór og smá

Um KVFTíðindi
Jólaskráin í Kringvarpinum er á tremur við sendingum til bæði stór og smá
Kringvarpið bjóðar góðar, gamlar klassikarar og spildurnýggjar sendingar í bæði útvarpinum og sjónvarpinum um høgtíðina. Onkur nýggjur føroyskur filmur verður eisini at síggja
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2023 - 09:40

Høgtíðin verður eisini feirað væl og virðiliga í Kringvarpi Føroya, sum bjóðar eina fjøltáttaða, rúgvismikla og spennandi skrá um høgtíðina.

Niðanfyri kanst tú lesa um bæði afturvendandi og nýtt tilfar, sum er á jólaskránni í útvarpinum og sjónvarpinum hesar seinastu vikurnar av desember. 
 

Útvarpið

Jólaaftansmorgun eftir tíðindini kl. 10 kunnu børnini gleða seg til at ringja til jólamannin, sum situr klárur við telefonina.

Ein fastur, hugnaligur jólatáttur í útvarpinum er jólafjarritini. Tey verða í ár send 24. desember kl. 13.

Seinni jólaaftan fara vit millum annað á jóla- og familjukonsert við Føroya Symfoniorkestri, og sjálvandi verður eisini í ár ein túrur saman við biskupi á skránni.

Út á kvøldið spælir Bjørn Hentze Bech gamlar jólaslagarar, og jólaaftanskvøld í útvarpinum endar við midnáttarmessu úr Mariukirkjuni.

Jóladag og annan jóladag hevur útvarpið fleiri forkunnugar sendingar. Úr rúgvuni kunnu vit nevna sendingina "12 nýggir sálmar", sum Símun Christian Olsen leggur til rættis. Her verður sjóneykan sett á 12 nýggjar sálmar og sangir, ið Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen skrivaðu í 2019 og 2020. Sálmarnir vóru framførdir av Vox á Stórmøtunum hjá Heimamissjónini í Giljanesi á heysti 2023.

Eisini verður forvitnislig sending um Trinu á Sandi – ein dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.

Fleiri konsertir og tónleikasendingar verða at hoyra hesar dagarnar, m.a. fara Havnarkórið og Kristiliga sangkórið at syngja fyri okkum, og eisini verður konsert við Silvitni. 

Annað jólakvøld skipar Jóhann Mortensen sum vant fyri at fara upp á gólv, og kvøldið endar við væl umtóktu Plátubarrini.

Og sjálvandi verður nýggjárið eisini hátíðarhildið í útvarpinum. Plátupanelið tekur saman um árið, ið fer í bæði føroyskum og altjóða tónleiki, og spurnakapping um minniligar hendingar í 2022 verður hildin í Nýggjár á Quiztinum.

Nýggjársdag verður somuleiðis tikið saman um árið 2023 frá ymiskum sjónarmiðum í Samværa, Nýggjársgestinum og Vágskálini, har vertir og gestir viðgera ymisk rák og hendingar.


Sjónvarpið

Hóskvøldið 21. desember fara Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein aftur at borðreiða við jólamati í einum serligum jólaparti av Foytum greyðum. 

Eins og í fjør gera teir klassiskan jólamat við einum “tvisti”.

Jólaaftansdag, sum eisini er fjórði sunnudagur í advent, verður beinleiðis hátíðargudstænasta úr Rituvíkar kirkju, sum fyllir 150 ár. Jógvan Fríðriksson, bispur, og Meinhard Bjartalíð, prestur, prædika. 

Seinnaparturin jólaaftan er halgaður børnunum við sendingini "Meðan vit bíða". Her verður tónleikur, framførslur og vit heilsa upp á fleiri kenningar úr Grísapeppu, Sáru og dunnu, Mouk og øðrum barnarøðum.

Seinasti parturin av ársins jólakalendara, "Luka og leikhúsið", verður eisini sendur tá. 

Jóladag leggja vit fyri kl. 10.30 við beinleiðis gudstænastu úr Havnar kirkju, har vakrir horntónar eisini vera at hoyra. Uni Næs, dómpróvstur, prædikar.

Kl. 19 vísa vit dokumentarin "Grindabitar" (A Taste of Whale), sum franski framleiðarin Vincent Kelner hevur gjørt. Hann er um fordómar um grindadráp og um spurningin, hvat tað at eta grind veruliga snýr seg um.  

So fara vit til Rituvíkar. Gjøgnum filmslinsuna hjá Suna Joensen verða vit førd aftur í eina tíð, sum er burtur. Vit fara aftur um ein av seinastu torvskurðarmonnunum í Føroyum, og saman við søguni um torvið og torvarbeiði sigur heimildarsendingin frá lívskorum í niðursetubygd Rituvík. Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen hava gjørt dokumentarin "Mýrarnar tala".

Úr Rituvík fara vit í Løkshøll í Runavík. Vit senda fyri níggjundi ferð frá hugnaligu jólakonsertini "Jól við Løkin", sum aftur í ár hevur eina drúgva skrá við fleiri væl umtóktum tónleikanøvnum.

Annan jóladag klokkan 17.10 verður vøkur konsert við Anniku Hoydal víst. 

Annað jólakvøld vísa vit eisini tveir føroyskar filmar.

Fyrri er spælifilmurin "Lost in Time", sum snýr seg um Mariu Guttesen, sum hvarv í 1966 sum 20 ára gomul.

50 ár seinni setur Agnas Petersen sær fyri at uppfylla dreymin hjá abba sínum  at finna útav hvat bleiv av Mariu.

Jákup Jacobsen, kendur rithøvundur í Evropa, var høvuðsmistonktur í málinum um horvnu Mariu, men prógv vórðu ongantíð funnin, ið kundu endaliga døma hann. 

Seinni filmurin er portrett av listamanninum Arnold Vegghamar, sum Tórður Mikkelsen og Jakob Jørgensen hava lagt til rættis. 

Kl. 18-20 nýggjársaftan er "Gott nýggjár 2023" á skránni, har vit við samrøðum, tónleiki og beinleiðis innsløgum kring landið líta aftur á árið, ið fer.

Seinni nýggjársaftan verður væl umtókta sendingin "Syngið við" aftur at síggja í sjónvarpinum. Umleið 50 fólk plaga at savnast til at skapa nýggjárshýr, og hesa ferð verður tiltakið í Roynhøllini í Hvalba. Tað ber til at syngja við heima úr stovuni, tí sendingin verður tekstað, og somuleiðis verður sangheftið tøkt á kvf.fo. 

"Syngið við" var á fyrsta sinni sent í 1989.

Finn útvarpsskránna her.

Finn sjónvarpsskránna her.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071

Um kvf css