Minni matoyðsl: Er grønmetið í lagi?

Minni matoyðsl: Er grønmetið í lagi?
Tað gerst alt meiri vanligt at selja matvørur bíligari, tí tær nærkast seinasta søludegi. Nær er ein vøra for gomul til at selja? Sig tína hugsan niðast í greinini
 
19.01.2024 - 12:38

Jarðber fyri 20 krónur, spískkál fyri 10 krónur og tomatir fyri 11 krónur.  

Tú hevur kanska roynt tað - tú hevur keypt eina ananas fyri 10 krónur, men tá tú kemur heim fer hon beint í skrell, tí hon var spilt.

Oftari og oftari síggjast tilboð upp á vørur í matvøruhandlum, tí at lokadagurin á matvørunum nærkast.

Við merkinum “minni matoyðsl” hava kundar møguleika at keypa vøru fyri bíligan penga.  

Hetta er vælumtókt siga fleiri handilsleiðarar, sum Kringvarpið hevur tosað við.

- Fleiri nýta møguleikan at keypa bíligari vørur, sum eru settar niður, tí at lokadagurin nærkast, sigur Kristian Wolsing, sum er virkandi stjóri í FK.  

Hann leggur aftrat, at í eitt nú FK í Hoyvík er ein diskur, ið altíð hevur niðursettar vørur.  

- Fólk fara ofta beinleiðis til henda diskin at vita, um okkurt gott tilboð er, sigur hann.  

 

Spískkál fyri 10 krónur.

 

Ongar reglur fyri frukt og grønmeti 

Men tað munnu vera fleiri, sum hava royndir av at hava keypt frukt og grønmeti fyri tað, sum sær út at vera eitt gott tilboð. Tá kundin er komin til hús við vøruni, vísir tað seg, at vøran ikki góð, og má tveitast burtur. 

Ein orsøk til hetta er, at tað eru ikki reglur fyri merking fyri frukt og grønmeti, sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.  

Tó er ikki loyvt at selja nakað, sum fólk kunnu gerast sjúk av. Tí er tað altíð ein meting, um ein vøra kann seljast ella ikki, sigur hon.

- Fólk hava møguleika at hyggja at vøruni og meta, um hon er etandi - tað kanst tú ikki á sama hátt, um talan til dømis er um livurpostei ella rullupylsu. Tí eru reglur fyri, nær tær vørurnar kunnu etast og harvið seljast.  

Hon leggur aftrat at fólk eru ymisk tá tað kemur til at gagnýta vørur - tað eru tey, ið eitt nú brúka tomatir, sum eru bleytar, í einum heitum rætti, brúnar bananir í eini kaku, og uttastu bløðini kunnu ofta takast av einum salathøvdi, sum ikki at síggja til er heilt frískt.  

 

Hesi jarðberini kostaðu 20 krónur. 

 

Niðursettar vørur er ein meting 

Fleiri av handlunum siga seg hava greiðar reglur fyri nær ein vøra verður sett niður - alt eftir nær hon gongur út.

Hvussu nógv hon verður niðursett veldst ofta um, hvussu nógv er til av henni.

- Hetta verður altíð ein meting hjá starvsfólkunum á degnum. Er nógv eftir av onkrari vøru, verður hon sett nógv niður, men eru bara tvær vørur eftir, er ikki neyðugt at seta hana so nógv niður, sigur Kristian Wolsing. 

 

Skipað niðurprísing

Í SMS-samtakinum eru tey fyri stuttum farin undir skipaða niðurprísing av vørum, ið nærkast seinasta søludegi.

- Vit eru í holt við at menna eina skipan til hetta, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS samtakinum, sum millum annað fevnir um Bónus, Miklagarð og Mylnuna.  

 

Brokkoli

Sí eisini: >>>LÆKKA PRÍSIN FYRI AT SLEPPA UNDAN MATOYÐSLI<<<

Loading...

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205