40 daga treytaleysa fongsulsrevsing til løgreglumann

40 daga treytaleysa fongsulsrevsing til løgreglumann
Ein løgreglumaður er í Føroya rætti í dag dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at misbrúka starv sítt og fyri at hava framt blúnisbrot
Maðurin umhugsar nú, um dómurin skal roynast í Landsrættinum.
Mynd: Savn  
 
23.01.2024 - 17:50

Maðurin er funnin sekur í í trimum førum at hava misbrúkt starv sítt, sum løgreglumaður og í tveimum førum at hava framt blúnisbrot.

Løgreglumaðurin hevur verið suspenderaður ella fyribils loystur úr starvi síðani desember 2022.

Tað er Den Uafhængige Politiklagemyndighed í Danmark, sum hevur kannað málið, av tí at tað er starvsfólk hjá Føroya politi.

Statsadvokaturin í Keypmannahavn er ákæri í hesum máli.

Ríkisløgreglan skal nú taka støðu til, um maðurin kann halda fram at arbeiða sum løgreglumaður.

Maðurin umhugsar nú, um dómurin skal roynast í Landsrættinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221