Gjaldsportrið í Saksun tikið niður

Gjaldsportrið í Saksun tikið niður
Portrið skal ikki vera jarnbrot hjá politiska myndugleikanum at lóggeva hópferðavinnu til Føroya, sigur festarin
Gjaldsportrið í Saksun er tikið niður. (Savnsmynd)
 
07.02.2024 - 09:14

Nógv umrødda gjaldsportrið í Saksun er tikið niður.

Tað skrivar Norðlýsið.

Orsøkin er, at André Kruse, festari, vil ikki hava, at portið verður eitt jarnbrot hjá politisku myndugleikunum og Visit Faroe Islands til at lóggeva hópferðavinnu til Føroya.

Sipað verður til uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðadygga ferðavinnu, har millum annað ferðafólk rinda náttúrugjald, tá tey koma til Føroya, og ongi gjaldsportur eru loyvd.

Men portrið í Saksun skal ikki longur verða ein umbering fyri slíkum politikki, skrivar Norðlýsið.

Portrið verður nú vanligt hagaportur aftur, og uppgávan at verja økið er latin mynduleikunum.

Tað var í 2019, at André Kruse, festari, setti portrið upp, har fólk skuldu rinda við gjaldskorti fyri at ganga út á Lógv í Saksun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860