Nýggjur leiðari í Filmshúsinum

Nýggjur leiðari í Filmshúsinum
Marjun Niclasen, sum hevur verið leiðari í Visit Runavík, tekur við starvinum 20. mars
Marjun Niclasen er nýggjur leiðari í Filmshúsinum.
Mynd: Filmshúsið  
 
09.02.2024 - 13:09

Marjun Niclasen er nýggjur leiðari í Filmshúsinum.

Hon er útbúgvin cand. mag. í fimsvísindum og miðlan, og hevur í mong ár verið virkin í arbeiðinum at menna føroyskan film. Hon hevur m.a. sitið í stýrinum fyri Filmshúsið. 

Seinstu sjey árini hevur Marjun Niclasen verið leiðari fyri Visit Runavík.

Hon tekur við starvinum 20. mars, og arbeiðsstaðurin verður í Filmshúsinum á Vestaru bryggju í Havn.

 

Spennandi avbjóðing

- Livandi myndir gerast ein alsamt størri mentanarberi, og her kunnu vit gera nakað munagott, so føroyskt mál og mentan standa sterk hjá komandi ættarliðum. Vit skulu skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið. Tað er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir, sigur Marjun Niclasen í tíðindaskrivi. 

Tina í Dali Wagner hevur verið leiðari í Filmshúsinum seinastu seks árini. 

Filmshúsið var sett á stovn í 2018 við tí endamáli, at menna føroyska filmsvinnu. 

Ein strategisk ætlan er løgd, har filmur í Føroyum skal flyta seg frá at verða eitt ítriv til eina vinnu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869